29-01-2018

Nýggj persónsverndarkrøv

25. mai koma nýggj persónsverndarkrøv í gildi í ES. Krøvini geva skrásetta fleiri rættindi og endamálið við nýggju krøvunum er heilt einfalt: at tryggja upplýsingar um borgaran. 
Í høvuðsheitum er talan um eina herðing av verandi krøvum, tó er okkurt nýtt. Tað eru broytingar, sum kunnu hava stóra ávirkan á virkir og stovnar.

 

Hví skulu vit hava áhuga í ES krøvum? Jú tað er millum annað tí, at Føroyar í dag, hava eina lóggávu, sum ES góðtekur. Tískil eru Føroyar roknaðar sum eitt trygt KT land. Hetta merkir, at vit kunnu viðgera upplýsingar um borgarar í ES. Um vit framvegis vilja varðveita hendan møguleikan, má føroyska lóggávan dagførast tilsvarandi. Tað er vert at leggja til merkis, at tað er ES, sum skal góðtaka, at Føroyska lóggávan livir upp til krøvini fyri ES góðkenning.

 

Vit vita ikki, hvussu føroyska lóggávan verður orðað, men hugsandi er, at føroyska lógin fer at seta líknandi krøv sum ES. Sigast skal, at hendan grein tekur støði í donskum vegleiðingum frá Datatilsynet.

Her eru nøkur av teimum nýggju krøvunum:

 

Skrásetti fær fleiri rættindi (persónsupplýsingar)

  • Rættin til gjøgnumskygni við persónsupplýsingum (hvar, hvør og hvussu)
  • Rættin til innlit (hvørjar persónsupplýsingar verða viðgjørdar)
  • Rættin til at upplýsingar eru rættar
  • Rættin, at verða gloymd/ur í ávísum førum (hetta vilja lóg og kunngerð viðgera nærri)
  • Rættin, at mótmæla, at upplýsingarnar verða nýttar til marknaðarføring
  • Rættin, at flyta upplýsingar

 

Skjalfesting – krøvini til skjalfesting eru herd. Tað vil siga, at virkir og stovnar skulu kunna skjalprógva, t.d. hvar upplýsingarnar liggja og hvat upplýsingarnar verða nýttar til.

 

Samtykki – tá skrásetti verður biðin um at geva sítt samtykki, skal samtykki vera lætt at skilja, og skrásetti skal fáa at vita, at samtykkið altíð kann takast aftur. Harumframt, skal tað standa greitt í samtykkinum, hvat endamálið við viðgerðini er. Tað skal vera eins lætt at taka samtykkið aftur, sum at geva tað.

Nýggju krøvini hava ávirkan á, hvussu menning av skipanum fer at síggja út í framtíðini, tí menningin skal taka atlit til nýggju reglurnar í lóggávuni.

 

Data Privacy Officer - Í ES verða reglur fyri, nær tað er álagt at hava ein Data Privacy Officer - DPO. Millum annað siga donsku vegleiðingarnar, at almennir stovnar altíð skulu hava ein DPO. Dentur skal tó leggjast á, at vit vita ikki, hvussu hetta verður orðað í tí føroysku lóggávuni. Ein DPO hevur m.a. til uppgávu, at ráðgeva um, hvussu persónsupplýsingar skulu handfarast trygt, umframt at verða umboðsfólk fyri skrásetta og at samskifta við Dátueftirlitið.  

 

Reglurnar eru ikki galdandi fyri Føroyar, men arbeiðið, við at dagføra ta føroysku lógina um viðgerð av persónsupplýsingum, er byrjað.

Fylgja stovnar og fyritøkur ikki reglunum, kunnu tey vænta nógv størri bøtur enn í dag. Tað liggur eisini í kortunum, at Dátueftirlitið fær størri myndugleika.



/Tanja Lið
Trygdarfólk
#elektronbloggar