Rakstrarfólk til Elektron

 

Leitar tú eftir eini avbjóðing? Og hevur tú áhuga í, at skapa varandi, snildar loysnir? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Elektron hevur tørv á dugnaligum fólki at koma inn í rakstrartoymi og at vera við til at menna arbeiðshættir og effektivisera mannagongdir.

Virksemið í Rakstrardeildini hjá Elektron er á einum vegamóti, har farið verður frá miðsavnandi (z/OS/IBM) tøkni, til heldur meira miðspjaðandi (.NET/Microsoft) tøkni. Av hesi orsøk eru uppgávurnar hjá Rakstri broyttar, og nýggir førleikar kravdir.

Vit vilja, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri eldhug, ábyrgdarsemi og tænastuhug, og leita vit eisini eftir hesum í tær.

Førleikar

  • Tú ert roynd/ur í Microsoft Server tøkni.
  • Tú hevur royndir við skipanarrakstri (t.d. Powershell, JAMS og NeoBatch).
  • Tú ert klár/ur at innganga í eina vaktarskipan, har náttararbeiði kann koma fyri.
  • Tú kennir til yvirvakingarskipanir, so sum PRTG.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um

  • Yvirvakja rakstrarumhvørvi.
  • Fremja broytingar í rakstrarumhvørvinum.
  • Menna script í Powershell til eftirlitsuppgávur.
  • Performance optimering.
  • Eftirlits-uppgávur.
  • Verkseta skipanir.
  • Test.

Vit bjóða tær

Elektron raðfestir trivnaðin høgt. Vit ynskja, at tú sum starvsfólk trívist. Tú fært hóskandi avbjóðingar og møguleikan at menna teg fakliga, eins og persónliga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar samstarvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til tínar royndir og útbúgving.

 

Umsóknarfreist

Umsókn við CV og avriti av møguligum prógvum, skal verða okkum í hendi seinast 15. september og sendast til kristjan@elektron.fo.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Kristjan Petursson, deildarleiðara, á tlf. 295129.


/Elektron