Net-teknikkari  til hýsingardeildina

Elektron hevur tørv á tær, ið kann verða við til at tryggja støðugan rakstur á okkara skipanum og undirstøðukervi.

Starvsheiti: Network Engineer

Vit ímynda okkum at tú hevur allar ella nakrar av fylgjandi førleikum:
–         Tú dugir væl føroyskt (í skrift og talu), og ert væl fyri í donskum og enskum.
–         Tú hevur royndir frá líknandi starvi
–         Tù hevur kunnleika til Microsoft stýrisskipanir
–         Tú hevur kunnleika í Linux
–         Tú hevur lætt við at seta teg inn í skipanir og raksturin av hesum
–         Tú hevur kunnleika til shell scripting t.d. Powershell, Bash ella líknandi
–         Tú ert tænastusinnað/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
–         Tú hevur koyrikort til persónbil
–         Tú hugsar analytisk og skipað í tíni tilgongd til uppgávuloysnir

Certifiseringar:
Vit ímynda okkum at tú hevur eina ella fleiri av hesum góðkenningum (ella ert áhugað/ur ið at fáa góðkenning):
–         CCNA
–         CCNP
–         NSE4

Útbúgving:
–         Datateknikari
–         IT-Teknolog
–         IT/Elektronik ingenør

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
–         At arbeiða við routarum, firewall’um og switch’um
–         Hava eftirlit við útgerð
–         Ráðleggja og gjøgnumføra rakstrarligt viðlíkahald (dagføringar)
–         Fylgja rakstrarvegleiðingum.
–         Gera/bøta um/viðlíkahalda rakstrarleiðbeiningar og kekklistar
–         Sjálvvirkja rakstraruppgávur
–         Taka tær av hendingum fá rakstraryvirvákingarskipanini.
–         Greiða frá rakstrarstøðuni
–         Seta upp útgerð á Elektron og hjá okkara kundum
–         Verða partur av vaktarskipanini

Elektron nýtir útgerð og amboð frá hesum framleiðarum
–         Fortinet
–         Cisco
–         Vmware
–         Microsoft

Vit bjóða tær

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Á Elektron starvast  65 fólk, og árliga sølan er umleið 80 mió.kr.


Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving. 

 



Umsóknarfreist
Umsókn við avriti av møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  1. Februar 2020.

Spurningar um starvi kunnu beinast til Mikkel Hansen, tlf. 295239, t-post: mikkel@elektron.fo