Forritari til menningardeildina

Virksemið í menningardeildini á Elektron er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir nýggjum starvsfeløgum.


Menningardeildin á Elektron verður í dag myndað av fólki, ið fakliga spenna víða, og sum virka í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi millum skiftandi uppgávur.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Fjølbroyttar og skiftandi menningaruppgávur
  • Arbeiði við backend- og / ella frontend-menning
  • Persónliga menning (skeið)

Vit vænta av tær:

  • at tú hevur viðkomandi útbúgving – ella
  • at tú hevur fleiri ára royndir innan KT

Eisini vænta vit, at tú hevur royndir innan nøkur av hesum økjum:

  • Microsoft .Net tøkni
    • C#, entity framework, WCF, Web API
  • Java
    • Spring framework
  • Typescript, Javascript og Angular
  • Umbraco
  • MS SQL
  • TFS, Git

Møguliga hevur tú eisini certificeringar, sum styrkja tínar førleikar.

 

Umsókn

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hjørleif Hjaltalin, á tlf. 295233 ella við telduposti til hjorleif@elektron.fo

 

Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber. Umsókn skal sendast til hr@elektron.fo.  Umsóknarfreistin er 20/01-2020.

 

Um Elektron

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Á Elektron starvast  65 fólk, og árliga sølan er umleið 80 mió.kr.