Forritari til menningardeildina

 

Virksemið í menningardeildini á Elektron er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir nýggjum starvsfelagum.

 

Menningardeildin á Elektron verður í dag myndað av fólki, ið fakliga spenna víða, og sum virka í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi millum skiftandi uppgávur.

 

Vit kunnu bjóða tær:

  • Fjølbroyttar og skiftandi menningaruppgávur

  • Arbeiði við backend- og / ella frontend-menning

  • Persónliga menning (skeið)

Vit vænta av tær:

  • at tú hevur viðkomandi útbúgving – ella

  • at tú hevur fleiri ára royndir innan KT

Eisini vænta vit, at tú hevur royndir innan nøkur av hesum økjum:

  • Microsoft .Net tøkni

    • C#, entity framework, WCF, Web API

       

  • Java

    • Spring framework

  • Typescript, Javascript og Angular

  • MS SQL

  • Sharepoint

  • TFS, Git

Møguliga hevur tú eisini sertificeringar, sum styrkja tínar førleikar.

 

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Weihe, á tlf. 295107 ella um teldupost hansp@elektron.fo

 

Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber.

 

Umsókn skal sendast til hr@elektron.fo.  Umsóknarfreistin er 29/01-2019.

 

Elektron telist millum Føroya størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna KT-loysnir, bjóða vit eisini tænastur sum t.d. hýsing, umsiting av undirstøðukervi, KT-ráðgeving, lønarskipan og Mínrokning. Í løtuni starvast um 70 fólk á Elektron og árliga sølan er umleið 80 mió.kr.