Tilverugrundarlag



Endamál felagsins er at menna, útvega og reka KT-skipanir og aðra vinnu í hesum sambandi.

Hugmynd

 

Vit vilja vera fremsta val hjá føroyingum

 

Virkisætlan

 

Vit skulu við nærlagni, ábyrgdarsemi, íðni og framsøkni skapa varandi og lønandi sambond við kundar okkara. Í dagliga arbeiðnum leggja vit serligan dent á góða ráðgeving og tíðarhóskandi, tryggar og brúkaravinarligar KT-loysnir. Vit vilja vera kend fyri, at dagliga arbeiðið fyri kundarnar altíð er væl úr hondum greitt.

Elektron hevur í meira enn 50 ár luttikið í samfelagsmenningini og sporførið sæst aftur í, at KT-loysnir kveikja eitt meirvirði til kundar okkara og til samfelagið sum heild. Slíka samfelagsmenning vilja vit áhaldandi vera partur av við at veita dygdargóðar KT-loysnir til almennar stovnar og fyritøkur, privatar fyritøkur og peningastovnar.