Leiðslan á Elektron

 

Ulla Joensen er stjóri á Elektron.

Undir henni er KT-Trygd og fyrisiting, ið Ulla eisini stjórnar.

Vit hava tvær deildir:

(1) Tænasta og Hýsing og

(2) Menning

Deildirnar verða stjórnaðar av ávikavist Kristjani Peturssyni, og Hans Peturi Weihe.

 

 

Lýsing av virksemi

 

KT trygd veitir ráðgeving í KT trygd, og dátuvernd. Hevur tú spurningar ella ivamál um GDPR, so eru vit klár at greiða fløkjuna.    

Í deildini Tænasta og Hýsing er kjarnuvirksemi so sum support, print og pakk, og hýsing, og alt sum tí viðvíkur.
Í deildini er ábyrgdin fyri okkara hýsingar-grundvøll, sum vit júst hava fingið altjóða góðkenning fyri partar av. Eisini kunnu vit her bjóða Office 365/Teams loysnir, har vit fegin vilja tillaga loysnina til tykkara tørv.
Sum eitt triðja kann nevnast okkara disk shreddari, har vit kunnu hjálpa tykkum at fyribeina gamlar elektroniskar eindir á ein tryggan hátt, samsvarandi nýggju dátuverndarlógini.   
 
Deildin Menning umfatar alt menningarvirksemi, og raksturin av skipanum, ið vit hava ment. Her eru skipanir so sum Mínrokning, Vinnugluggin og Borgaragluggin.

Nýggjasta avrikið er verksetingin av logting.fo heimasíðuni, sum liður í eini størri verkætlan fyri Løgtingið. Verkætlanin umfataði eisini eina nýggja umsitingarskipan, og eina app, nágreiniliga ment til tørvin hjá Løgtinginum.       


Í deildunum eru, umframt deildarleiðararnar, økisábyrgdarar, ið tú sum kundi kanst seta teg í samband við um eitthvørt er áfatt innan ta økið viðkomandi umboðar.