Enterprise-Class Virkisnet

Útveitt virkisnet

Lagt til rættis, veitt og umsiti av Elektron. Tað merkir, at tú kanst brúka tína orku til at reka virkið og lata okkum um, at ansa tínum netkervið.

Virkisnetið knýtur saman samskifti millum virki og hýsing á Elektron á ein tryggan og álítandi hátt. Alt samskifti er bronglað og verður stýrt, soleiðis at týðandi tænastur hava frammíhjárætt.

Virkisnet fæst í fleiri støddum, við ella uttan tráðleysum neti. Elektron veitir linjur, net-eindir, og umsitur og hevur eftirlit við tænastuna.

Gjøld fyri virkisnet við VDSL2 tøkni:

Hald Kr./Mðr
20/10 Mbits 1.160
30/15 Mbits 1.855
50/20 Mbits 2.566
60/50 Mbits 6.260
100/50 Mbits 6.760
Onnur gjøld Kr.
Stovning 18.750
Ferðbroyting 688

Gjøld fyri virkisnet við fipur tøkni:

Hald Kr./Mðr
10/10 Mbits 4.460
20/20 Mbits 5.090
30/30 Mbits 5.745
60/60 Mbits 6.245
100/100 Mbits 7.030
200/200 Mbits 8.305
Onnur gjøld Kr.
Stovning upp til og við 100/100 Mbps 37.500
Stovning 200/200 Mbps 50.000
Ferðbroyting 2.875

Ferðin er í mesta lagið upp til nevndu bandbreidd og er treytað av staði og frástøðu til íbindingarstað. Økjast kann um virkisnetið eftir tørvið, bæði við fleiri deildum og hægri bandbreidd. Við fipurtøkni kunnu vit veita bandbreidd heilt upp til 10Gbps.

Fleiri deildir

Fleiri deildir er eingin trupulleiki. Vit veita eitt samanhangandi virkisnet, so at alt virkið fær virka sum ein eind.

Gjaldsterminalar, IP-Telefonir og onnur tól

Virkisnetið kann eisini nýtast til gjaldsterminalar, ip-telefonir, videokonferansir og onnur líknandi tól. Tí slepst undan at rinda fyri eyka linjur til hesi tól.

Internet

Hevur tú virkisnet hevur tú samstundis atgongd til internetið umvegis okkara háferðsnet. Tað er sostatt ikki neyðugt at hava eyka linjur til samband við internetið.

Les meira um ...

Virkisnet

Enterprise-Class net kring alt landið

Internet

Háferðsnet við bestu verju

Tólbúnaður

Tað besta av tí besta