Í tøttum samstarvi við teg sum kunda, menna vit skipanir fyri teg, tillagaðar tín tørv. Vit hava hollar førleikar innan .Net, Java, Angular, Umbraco, SharePoint, Oracle, SQL Server v. fl.
Støðið verður tikið í tørvinum hjá tær, og komandi brúkarunum av skipanini.
Vit taka hædd fyri verandi skipanar-umhvørvi, har ímillum sameining við verandi skipanir. Afturat hesum, bjóða vit rakstur av skipanini, har ið støðufestið og trygd eru í fokus.
- Umsitingarskipanir hjá TAKS, herundir: Vinnugluggin, Borgaragluggin, eToll, og eMvg.
- Felags lønarskipan til allar almennar stovnar, størri kommunur og aðrar stovnar
- Vitanet, ið fleiri kommunur nýta í skúlahøpi
- Mínrokning og Rokningadepilin, til at senda og móttaka talgildar rokningar
- Mínboks
- Mínlykil, ein trygg, miðsavnað innritingarskipan
- Heimagreiðslan (tann fyrra), til peningastovnarnar
...umframt aðrar.