19-11-2018

 

Stór tøknilig umlegging hjá Elektron um vikuskiftið

 

Komandi vikuskifti verður stór KT-umlegging framd hjá Elektron. Fleiri skipanir hjá TAKS, Bústøðum, peningastovnum og Elektron verða fluttar frá IBM-mainframe tøkni til Microsoft Windows tøkni. Talan er um eitt stórt tal av skipanum, sum eru mentar og viðlíkahildnar í einum tíðarskeiði yvir eini 30 ár.

Talan er m.a. um skattaskipanina, tollskipanina, skipan til lønarútgjaldingar fyri allar føroyingar, skipanir, sum stýra sjálvvirkandi gjaldsavtalum, barsilsskipanina og nógvar aðrar skipanir afturat.

 

Laga okkum til framtíðina

Tøkniliga umleggingin er ein tann størsta, ið er framd í Føroyum yvirhøvur. Endamálið við verkætlanini er at flyta skipanirnar til eitt umhvørvi, har víðarimenningin og skipanarraksturin verður smidligari. Eisini verður tað lættari at draga arbeiðsmegi og harvið framtíðartryggja skipanarumhvørvið, eisini í mun til kostnað sum heild. 

 

Gjørt nógv fyri at fyribyrgja ólagi

Verkætlanin hevur fleiri ár á baki, og nú fyrireikingarnar eru lidnar, er klárt til endaligu verksetingina. Tá ein so stór umlegging verður framd, kann væntast at onkrir trupulleikar verða. Tó er gjørt nógv fyri at minka um váðan fyri ólagi. Umframt nógvar stakroyndir og royndarkoyringar, eru tvær aðalroyndir framdar, alt fyri at gera skiftið so ómakaleyst sum gjørligt fyri allar brúkarar av skipanunum.

 

Fólk hjá Elektron, TAKS og peningastovnunum eru til reiðar at taka sær av møguligum avbjóðingum, sum umleggingin kann hava við sær.

 

KT-umleggingin byrjar fríggjadagin 23. november kl. 16, og heldur áfram til mánamorgunin 26. november kl. 08. Hetta tíðarskeiðið, verða nettænasturnar: Vinnugluggin, Borgaragluggin, Mínrokning, Lønarportalurin og eTrans ikki tøkar.