26-10-2020

Altjóða góðkenning

Pallurin til Samleikan, ið Elektron hevur bygt upp, hevur fingið hægstu góðkenning.

 

Góðkenningin kemur frá grannskoðaravirkinum BSI group, ið er ein fyritøka, ið millum annað veitir certificeringar til KT trygd. BSI group hevur mett, at loysnin, vit hava framleitt, livir upp til evropeiska ETSI 319 411-1 standardin. Hetta merkir, at pallurin lýkur altjóða krøv, og tískil kann Samleikin í framtíðini knýtast uppí altjóða skipanir. 

 

Ætlanin er, at Samleikin skal kunna nýtast uttanlands, fyri at gera tað lættari fyri okkum øll at liva og virka, eisini uttanfyri føroyska markið.

 

Samleikin verður tikin í nýtslu í Føroyum 27. oktobur 2020, og tá kunnu allir føroyingar bíleggja hann.

 

Móttøkan hjá Samleikanum er inni í hølunum hjá Elektron, á Staravegi 9.

 

 

/Elektron