25-09-2017

Nýtt starvsfólk

Elektron hevur sett Christu R. Weihe í starv við ábyrgd fyri samskifti og marknaðarføring.

Christa hevur lisið á Aarhus Universitet, og er júst vorðin liðug sum Cand. ling. Merc í 'Corporate Communication'.

 

Christa hevur verið føst sum feriuavloysari undir lesnaðinum, og tí kennir hon Elektron bæði út og inn.

 

Við setanini av Christu fylgir eitt ynski um at leikluturin hjá Elektron í føroyska samfelagnum skal vera týðiligari, samstundis sum at vit skulu duga betur at vísa á hvat vit duga. 



Vit ynskja Christu hjartaliga til lukku við nýggja starvinum. 

/Elektron