18-09-2018

 

Nýtt starvsfólk sett í hýsingar-deildini

 

Vit hava gjørt avtalu við Dáva Eyðunsson Sørensen um at byrja í starvi í hýsingar-deildini mikudagin tann 12. september 2018.

Dávur hevur gjøgnum nógv ár førleikament seg í Linux-tøknini. Hann hevur áður starvast við Linux-tøkni m.a. á Fróðskaparsetrinum og hjá Synack. Hann er sera áhugaður í OpenSource og var við til at stovna Facebook síðuna ​"Føroyingar og OpenSource", sum nógv fylgja ídag.

 

Dávur er 51 ára gamal, og er búsitandi í Havn saman við konu og dóttir. 

 

Vit ynskja Dáva vælkomnum á Elektron.

/Elektron