Upprunaliga lagt út 03-01-2020
Dagført 14-01-2020

 

Migreringsverkætlanin vekir ans uttanlands

 

Stóra migreringsverkætlanin, ið Elektron endaligt verksetti í novembur '18, hevur eisini vakt ans uttanlands. Freelance tíðindafólki Dan Mygind var í Føroyum fyri at skriva um verkætlanina.

Verkætlanin hevði til endamáls at flyta TAKS-skipanir, sum upprunaliga vóru mentar við PL/1 Mainframe-tøkni, til C# Windows-tøkni. Ella man kann siga, at endamálið var at umseta sjálvvirkandi úr einum málið í annað, uttan at eitt einasta 'ð' manglaði, - talan var um meira enn 6 mió 'setningar', sum skuldu umsetast rætt, tí annars fekk eingin føroyingur løn. 

 

Les eisini: Søguligur dagur á Elektron

Les eisini: Stór tøknilig umlegging um vikuskiftið

 

Tríggjar greinir skrivaðar um verkætlanina
Úrslitið av vitjanini gjørdust tríggjar greinir. Greinirnar eru givnar út á netmiðilinum ING/Version 2. 


Fyrsta greinin lýsir orsøkirnar til, at man fór í holt við verkætlanina, ávísar forðingar á vegnum, og síðani endaligu avgerðina um, at Elektron sjálvt skuldi útvikla amboðini, ið skuldu til fyri at migrera. Harumframt eru úttalilsi frá umboðum fyri Elektron og Taks. 
Seinna greinin er um avgerðina, at eitt lítið toymi skuldi hava ábyrgdina fyri stóru verkætlanini, umframt ábyrgdarøki hjá limunum, og hvussu teir komu fram til eitt proof-of-concept, sum teir føldu seg tryggar at fara víðari við. 
Triðja greinin er um ymsar innanhýsis trupulleikar, setanina av Fróða Hansen sum verkætlanarleiðara, og fylgjandi avgerðina um at býta verkætlanina upp í tvey. Síðani verður sjálvt migrerings vikuskifti lýst, og tíðin aftaná væleydnaðu migreringina.


Her eru leinki til leysgivnu greinirnar, so tey ið hava áhuga kunnu lesa meira um verkætlanina. 
Greinirnar eru skrivaðar á donskum.

 

Góðan lesihug.

 

Grein 1Sådan migrerede Færøerne væk fra mainframen (givin út 3/12-2019) 

 

Grein 2Skattesystem omlægges fra PL/1 på mainframe til C# på Windows (givin út 11/12-2019)

 

Grein 3: Færøsk migrering med kultursammenstød og timestamp-problemer (givin út 6/1-2020)