16-11-2017

Mínboks verður nú partur av Talgildu Føroyum

P/F Mínboks og Gjaldstovan hava gjørt sáttmála um, at Gjaldstovan yvirtekur virksemið í felagnum fyri 5 mió.kr. 

Hetta er fyrsta stigi, at Gjaldstovan tekur yvir báðar loysnirnar í P/F Mínboks, sum eru Mínboks og Mínlykil. Við hesum hevur Gjaldstovan fíggjarligu ábyrgdina og fær samstundis fulla ávirkan á loysnirnar. P/F Mínboks, sum Posta og Elektron eiga í felag, heldur fram at hava rakstrarligu ábyrgdina. Í seinasta lagi 31. desember í 2018 yvirtekur Gjaldstovan loysnirnar fult og heilt.

Partarnir eru samdir um, at hetta er eitt skilagott stig og Gjaldstovan sær stórar møguleikar í loysnunum í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar.

 

Undirtøkan fyri Mínboks stór

Undirtøkan fyri Mínboks má sigast at vera stór millum føroyingar. Mínboks hevur góð 6 ár á baki og samanlagt eru 19.600 brúkarar í Mínboks, og 20.200 brúkarar hava Mínlykil sum innritingarskipan.
Hesi virki og stovnar senda sum er í Mínboks: Taks, Lív, Betri Pensjón, Betri Trygging, Gjaldstovan, Landssjúkrahúsið, Studni, Tórshavnar kommuna, Sev, Elektron umframt allir føroysku peningastovnarnir.  

 

Við hesi avtalu fáa føroyskir borgarar og føroyskar fyritøkur staðfest, at Mínboks er framtíðin, og tí kann tað loysa seg at brúka skipanina til alt teirra samskifti.

 

Næsta stig verður, at partarnir saman við útvaldum áhugabólkum gera nágreiniliga ætlan fyri, hvussu Mínboks kann víðarimennast, so hon verður integreraður partur av Talgildu Føroyum.