15-02-2018

Gjaldsavtalur fluttar úr Netbanka til Mínrokning

 

Elektron hevur, í samstarvi við føroysku peningastovnarnar, víðariment føroysku gjaldsskipanina, sum nevnist Mínrokning. Skipanin avgreiðir millum annað sjálvvirkandi gjaldingar av rokningum.

Gjaldsavtalur fluttar úr Netbanka til Mínrokning

Framyvir koma gjaldsavtalurnar til ávís virkir ikki at síggjast í Netbankanum, men verða ístaðin at síggja á www.minrokning.fo. Hetta verður galdandi umleið hálvan februar 2018.

Allir kundar, sum antin hava Mínlykil ella NemID, hava atgongd til Mínrokning. Kundin skal onki gera, tí allar gjaldsavtalur halda áfram sum áður í nýggju skipanini.

Nakrar av fyritøkunum og stovnunum, hvørs gjaldsavtalur verða at síggja á Mínrokning beinanvegin, eru hesar:

  • SEV
  • FT Samskifti
  • Televarpið
  • Effo
  • Trygd
  • Betri Trygging
  • Akstovan
  • TAKS

Peningastovnarnir tryggja, at verandi gjaldsavtalur halda fram í nýggju skipanini.

 

Nýggj gjaldsavtala

Ynskir kundin at gera nýggja gjaldsavtalu við tær fyritøkur og stovnar, ið nýta Mínrokning, so skal hetta gerast á www.minrokning.fo. Tað er lætt at koma í gongd – kundin skal bert innrita á www.minrokning.fo við Mínlykil ella NemID.

 

Gjaldsyvirlit

Gjaldsyvirlitið hjá teimum fyritøkum og stovnum, sum nýta Mínrokning, sæst hereftir bæði í Mínrokning og Netbankanum.  

/Elektron

Royn Mínrokning