20-06-2018

 

Elektron yvirskot annað árið á rað

 

Eftir fleiri ár við halli, kundi Elektron annað árið á rað leggja roknskap fram, sum vísir eitt yvirskot uppá 0,5 mió.kr.

 

Arbeiðsuppgávurnar hjá felagnum hava verið nøkulunda á sama stigi í 2017, sum árið fyri. Bruttovinningurin hækkaði úr 46,5 mió.kr. í 2016 til 47,2 mió.kr. í 2017. Samlaði starvsfólkakostnaðurin var 41,1 mió.kr. og Elektron hevði í miðal 65 fólk í starvi í 2017. Avskrivingar og fíggjarpostar vóru ávikavist 4,1 mió.kr. og 1,5 mió.kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 56,1 mió.kr. og eginognin er bókað til 17,7 mió.kr.

 

Vit arbeiða áhaldandi við átøkum, sum eru við til at flyta Elektron til nýggju talgildu framtíðina. Í hesum arbeiði verður arbeitt bæði við áhaldandi at effektivisera raksturin av felagnum, samstundis, sum vit víðka um vitanarstigi og framtíðartrygga Elektron sum ein álítandi, smidligur og vitanarsterkur KT-veitari til føroyska marknaðin. Starvsfólkini hava saman við stjórn og nevnd gjørt eitt munagott arbeiði í farna ári. 

 

Á aðalfundinum fór Janus Thomsen úr nevndini, og Brian Smedemark kom í hansara stað.

Í nevndini sita nú: Sóleyð Hofgaard, Brian Smedemark, Atli Suni Leo, og Marner Mortensen, umframt starvsfólkaumboðini hjá Elektron: Elsa Maria Hansen og Marner Hansen.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sóleyð Hofgaard, sum forkvinnu og Brian Smedemark, sum næstformanni.

Elektron bjóðar seg fram á føroyska marknaðinum, sum ein vitanarsterkur og álítandi KT-veitari. Við meira enn 50 árum á baki, hava vit hollar royndir innan skipanarmenning, skipanarrakstur, hýsing, ráðgeving og KT-trygd.

Leinki til ársfrásøgn 2017