27-06-2017

Elektron yvirskot í 2016

 

Ársroknskapurin hjá Elektron fyri 2016 er júst almannakunngjørdur. Eftir nøkur ár við roknskaparligum halli, er gongdin nú vend, og Elektron kundi fríggjadagin framleggja roknskap, ið vísir yvirskot.

 

Arbeiðsuppgávurnar hjá felagnum hava verið nøkulunda á sama støði sum í 2016, men bruttovinningurin er hækkaður úr 37,6 mió.kr. í 2015, til 46,5 mió.kr. í 2016. Samlaði starvsfólkakostnaðurin var 39,6 mió.kr. og Elektron hevði í miðal 60 fólk í starvi í 2016. Avskrivingar og fíggjarpostar vóru ávikavist 5,1 mió.kr. og 1,3 mió.kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 61,9 mió.kr. og eginognin er bókað til 17,2 mió.kr.

 

Um vendina, sigur Ulla Joensen, stjóri í Elektron: “Starvsfólkini hava, saman við stjórn og nevnd, gjørt eitt gott arbeiði. Fleiri tiltøk eru verksett, sum hava havt til endamáls at effektivisera raksturin av felagnum og tað hevur givið úrslit. Í hesi tilgongd hava vit megna at lækka kostnaðirnar munandi samstundis sum vit viðlíkahalda og nútímansgera KT-tænastur til føroyska marknaðin.”

 

Á aðalfundinum kom eisini fram, at Bjarni Askham Bjarnason fór úr nevndini, og at Atli Suni Leo kom í hansara stað.

Í nevndini sita tískil nú: Janus Thomsen, Sóleyð Hofgaard, Atli Suni Leo, og Marner Mortensen, umframt starvsfólkaumboðini hjá Elektron: Elsa Maria Hansen og Marner Hansen.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Sóleyð Hofgaard sum forkvinnu og Janus Thomsen sum næstformanni.

 

Elektron bjóðar seg fram á føroyska marknaðinum sum ein álítandi og vitanarsterkur KT-veitari. Við meira enn 50 ár á baki, hevur Elektron hollar royndir innan bæði skipanarmenning og skipanarrakstur og veitir hýsingartænastur til eina røð av fyritøkum og stovnum í Føroyum.

 

Leinkja til ársfrásøgn 2016