08-01-2019

Samstarvsavtala millum Elektron og eSport.fo

 

eSport.fo og Elektron hava í dag skrivað undir sáttmála viðvíkjandi komandi Counter Strike: Global Offensive kappingardeildini. Heitið á kappingardeildini verður enn einaferð “Elektron Deildin”.

 

Hetta er fimtu ferð at eSport.fo hýsir kappingardeildini, sum skal avgerða hvør fær heiðurin av at gerast føroyameistarar 2019 í CS:GO. Hettar er samstundis annað árið á rað at Elektron hevur tikið stig til at stuðla Føroyskum e-sporti.

 

Til samans rúmar eSport.fo fleiri enn hundrað spælarar í teirra CS:GO deildum. Í bestu deildini, sum er Elektron deildin, spæla fleiri enn 50 spælarar yvir eitt tíðarskeið á 8 vikur, har teir dystast um heiðurin at gerast Føroyameistarar í CS:GO. 8 leikarar sleppa at verða á hvørjum liði, tó at bert 5 sleppa at spæla í senn. CS:GO er tað mesta spælda e-sport spælið í Føroyum. Spælið er serliga stórt í norðurlondunum, har danska liðið Astralis fleiri ferðir seinastu árini hevur sigrað kring allan heimin í kappingum, og hetta er ein dreymur fyri flestu liðini í Føroyum. Sambært Danmarks Radio, spæla 96% av tannáringum telduspøl, og hesi tøl vísa á júst hvussu stórur áhugin er fyri telduspølum, og teimum kappingum ið eru innan e-sport.

 

Spælt verður um tilsamans 50.000,- í vinningum, har vinningarnir verða lutaðir til liðini sum spæla seg inn í Top 5. Av liðunum verða tað bert Nr. 1 og Nr. 2 sum fara víðari til eina offline finalu, sum á hesum sinni verður hýst hjá Elektron tann 13. Apríl.

 

Rúni Winther Johnsen sigur um sáttmálan:
“Uttan ein lyklaspælara sum Elektron hevði tað ikki borið til at havt deildina koyrandi. Tá ið vit settu deildina á stovn í 2017, høvdu vit bert dreymar um at deildin fór at klára at standa á egnum beinum. Í dag fegnast vit um tað, at við stuðlum sum Elektron, Elding, Føroya Bjór og Pizza67 klárar deildin longu at standa á egnum beinum, og samstundis løna fólk fyri teirra arbeiði.”

 

Deildin hevur fýra starvsfólk, tveir Game admins/web admins, ein innan greinaskriving/marknaðarførslu, og ein frásøgumann/framleiðslu. Deildin rúmar samstundis eisini fleiri sjálvboðin fólk ið brenna fyri at menna Føroyskan e-sport.