Elektron Deildin
Elektron Deildin er besta deildin í CS:GO í Føroyum. Hettar er samstundis einasta deildin innan e-sport, hóast fleiri onnur vælumtókt spøl eru sum hava nógvar ídnar spælarar bæði í Føroyum og kring heimin. Vit kenna m.a. Dota 2, League of Legends, PUBG og FIFA.
Kappingin sum fer av bakkastokki 20. Februar 2020 er 6 sesong av CS:GO í Føroyum, og hettar er triðja árið á rað at Elektron er høvuðsstuðul. 2. mei verður finalan í hølunum hjá Elektron, har finalan verður víst á stórskíggja. Høvi verður hjá øllum at støkka inn á gólvið.
Tað eru nr. 1 og nr. 2 sum spæla seg víðari til offline finaluna, men vinningar verða latnir til fimm tey bestu liðini. Lutað verður burtur 50.000 kr.