9. februar 2010
Elektron framhaldandi høvuðsstuðul hjá B36
B36 og Elektron hava nú longt stuðulssáttmálan partanna millum, soleiðis at Elektron eisini tey komandi tvey kappingarárini verður høvuðsstuðul hjá B36

Kristjan á Neystabø, formaður í B36, og Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, hava undirskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála, sum ber í sær, at Elektron verður høvuðsstuðul hjá fremsta mansliði hjá B36 fram til árslok 2011.

- Vit undirskrivaðu ein eitt ára sáttmála í fjør og eru vit so mikið nøgd við samstarvið, at vit hava gjørt av, at longja sáttmálan.
- B36 hevði stórar avbjóðingar seinasta kappingarár, bæði á og uttanfyri vøllin, men megnaði at koma ígjøgnum brotasjógvin í øllum góðum. Hetta var millum annað við stuðli frá okkum, har Elektron samstundis fekk eitt gylt høvi at gerast meira sjónligt í almenna rúminum, nú vit sum fyritøka kunnu bjóða øllum føroyskum fyritøkum og stovnum fjølbroyttar KT-tænastur.
Hetta sigur Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, sum leggur afturat:
- B36 hevur sett sær nýggj og spennandi mál komandi kappingarár, og Elektron ynskir við sáttmálanum at stuðla B36 í at røkka sínum málum.

Eisini Kristjan á Neystabø, fegnast um sáttmálan við Elektron:
- B36 hevur mynda oddin í føroyskum mansfótbólti í nógv ár, og eftir at vit í fjør í ávísan mun máttu byrja av nýggjum - bæði ítróttarliga og fíggjarliga - hava vit nú sett okkum hægri mál fyri komandi kappingár. Hetta krevur eisini eina fríggjaliga orku, sum Elektron er við til at styrkja, sigur Kristjan á Neystabø um nýggja stuðulssáttmálan við Elektron.
Prísbroytingar í Rokningadeplinum  1. juli 2010
Nýggja heimasíða til danska marknaðin  21. juni 2010
Stór afturgongd í kortnýtsluni í april, men tó samlað framgongd higartil í ár  6. mai 2010
Stórur vøkstur í nýtsluni av kortgjaldingum í mars  20. apríl 2010
Talið av gjaldingum við kortum hækkar og meðal upphæddin lækkar  24. mars 2010
Stórar broytingar í kortnýtsluni í november og desember  21. januar 2010
Elektron skal menna nýtt Landsfólkayvirlit  16. november 2009
Framhaldandi broytingar í mynstrinum av kortgjaldingum  15. september 2009
Elektron setti ferð á fólkaheilsutiltakið 2009  5. september 2009
Elektron í KT-samstarv við SDC  24. apríl 2009
Elektron nýggjur høvðusstuðul hjá B36  2. apríl 2009
Elektron ment slóðbrótandi tænastu  4. mars 2009
Netbankin og Internet Explorer 8  20. mars 2009
Rokningadepilin! Móttak talgildar rokningar.....  28. februar 2009
Føroysku peningastovnarnir og Elektron í samráðingar við SDC um KT-samstarv  5. februar 2009
Kannað tína teldutrygd  30. januar 2009
Staravegur 9 · P.O. Box 3219 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands · Tel: +298 345100 · Fax: +298 345101 · sdelektron.fo